Fjøruti prosent av dønum hava ætlanir um, at teirra næsti bilur verður ein elbilur.
Ein kanning sum marknaðaranalysustovnurin Ipsos hevur gjørt fyri Better Place vísir, at 40 prosent av dønum hava ætlanir um, at teirra næsti bilur verður ein elbilur.
Kanningin vísir eisini, at 46 prosent av teimum spurdu vildu helst sloppi undan at keypt ein bil sum einans koyrir upp á benzin ella diesel, næstu ferð tey keypa ein bil. Tað skal helst vera ein hybridbilur ella ein bilur við lágum CO2 útláti.
Tað er eingin ivi um, at veðurlagsbroytingarnar eru høvuðsorsøkin stóra áhugan fyri elbilum, sigur Jens Moberg, stjóri hjá Better Place í Danmark.
Better Place er ein amerikonsk fyritøka við høvuðssæti í Kalifornia, sum hevur til endamál at minka um globalu brúki av olju og at innføra ein infrastruktur við elbilum.