Nýtt lív komið í Manchester United

Europa League: Púra óvæntað er Arsenal ikki við, tá lutakastið verður til 1/8 finalurnar

Í gjár vóru flestu av seinnu 1/16 finalunum í Europa League, har vinnarin sleppur í Champions League til komandi kappingarár. Púra óvæntað er Arsenal ikki komið víðari, eftir at hava vunnið útidystidystin móti Olympiacos, men grikkar vunnu eftir longdaleik í gjárkvøldið og sendi Arsenal út.

Odion Ighalo kom á máltalvuna, tá Manchester United vann heili 5-0 á heimavølli móti belgiska Club Brugge. Hann bleiv í vetur leigaður úr Kina og er fyrsti spælarin úr Nigeria at spæla og skora fyri Manchester United. Av øðrum er vert at nevna, at Bruno Fernandes spældi væl. Hann hevur gjørt mun á miðvøllinum, síðani hann kom til Manchester í vetur frá Sporting Lisbon.

FC Keypmannahavn framdi eitt sindur av einum bragdi við at vinna 3-1 á útivølli móti skotska Celtic, eftir 1-1 javnleik í Parkini. FCK kann eitt nú møta Inter Milan við Christiani Eriksen á miðvøllinum.

Lutakastið til 1/8 finalurnar í Europa League verður í dag klokkan 12. Tað eru ongar avmarkingar og øll kunnu møta øllum. Liðini, sum eru við, eru hesi:

FC Basel (SUI)

Copenhagen (DEN)

Getafe (ESP)

Internazionale Milano (ITA)

İstanbul Başakşehir (TUR)

LASK (AUT)

Leverkusen (GER)

Manchester United (ENG)

Olympiacos (GRE)

Rangers (SCO)

Roma (ITA)

Sevilla (ESP)

Shakhtar Donetsk (UKR)

Wolfsburg (GER)

Wolves (ENG)

Eintracht Frankfurt (GER) / Salzburg (AUT)*

*Seinni dysturin verður spældur í kvøld