Nýtt virki á nýggjum ídnaðarøki í Sørvági

- Umstøðurnar hava verið trongligar, men nú verða tær munandi betri. Nýggju umstøðurnar koma eisini at gera, at vit fara at røkka longur út um í oynni – og út um landið, um fyrispurningar koma, sigur Berg Rasmussen, timburmeistari í Sørvági, sum byggir høll á nýggja ídnaðarøkinum nærindis Vága Floghavn

Handverk

 

Annað av virkjunum, sum nú verða bygd á nýggja ídnaðarøkinum hjá Sørvágs kommunu, eigur timburmeistarin, Berg Rasmussen í Sørvági.

Á veg oman til Sørvágs liggur ídnaðarøkið høgrumegin omankoyringina til Vága Floghavn.

 

Drúgvar royndir

Berg Rasmussen arbeiðir nú sum sjálvstøðugur timburmeistari á sjeynda ári. Áðrenn hann fór undir hetta virksemið, var hann í eini 11 ár arbeiðsformaður á Snikkaravirkinum á Vatnsoyrum, sum Elmar Poulsen tá átti.

Í løtuni hevur Berg fimm mans aftrat sær, men um summarið, tá hásesong er, eru teir ofta einir sjey ella átta mans.

- Í løtuni havi eg ein lærling, og fyri hálvum ári síðan var ein lærlingur útlærdur hjá okkum, sigur Berg Rasmussen.

 

Betri umstøður

Timburmeistarin hevur seinastu árini arbeitt í kjallaranum hjá sær sjálvum í Sørvági, men hetta verður skjótt søga, nú bygningurin á nýggja ídnaðarøkinum so gott sum er komin undir land.

- Umstøðurnar hava verið trongligar og mangan truplar, men nú verða tær munandi betri. Nýggju umstøðurnar koma eisini at gera, at vit fara at røkka longur út um í oynni – og út um landið, um fyrispurningar koma.

Berg sigur, at umstøðurnar at smíða elementir til sethús verða so nógvar ferðir betri í nýggju høllini, sum hann ætlar at taka í nýtslu um ársskiftið.

- Bygningurin er longu komin so langt áleiðis, at vit longu kundu farið inn har at smíða, men eg havi gjørt av at bíða, til hann stendur liðugur.

Í høllini á nýggja ídnaðarøkinum, sum er 450 fermetrar stór, verða tær vanligu maskinurnar, sagir, høvlar og annað, sum hoyrir hesi vinnu til. Haraftrat hevur Berg eisini útvegað sær ein truck til at lyfta elementini við.

- Alt lættir um, og tað ræður um at vera so væl útgjørdur sum gjørligt, soleiðis at arbeiðið fellir lættari, sigur timburmeistarin.

 

Nógv at gera

Berg Rasmussen letur væl at gongdini undanfarin ár.

- Síðan eg byrjaði sum sjálvstøðgur timburmeistari, hava vit smíðað fleiri sethús, bygt barnagarð og egningarskúrar umframt vanligt viðlíkahaldsarbeiði.

Hann væntar, at nú umstøðurnar at smíða elementir til sethús verða nógv betri, verða umstøðurnar eisini betri at bjóða seg fram kring um í oynni – og møguliga úti um landið.

- Vit hava smíðað barnagarðin í Sørvági, sum í gólvvídd er einar 1100 fermetrar stórur, og vit hava eisini smíðað egningarskúrarnar í Sørvági, sum eru átta í tali.

Berg sigur, at seinastu tvey árini hava teir smíðað ikki færri enn átta sethús í Sørvági, umframt barnagarð, egningarskúrar og hava gjørt ymiskt annað viðlíkahaldsarbeiði.

 

Spennandi tíð

- Nú eru vit spentir upp á, hvussu nýggja høllin fer at roynast. Eingin ivi er um, at hon fer at gera dagin lættari og arbeiðsligari, umframt at møguleikarnir at bjóða seg fram verða munandi betri, sigur Berg Rasmussen, timburmeistari í Sørvági.

Nú sethúsamarknaðurin í landinum sum heild er vorðin eitt sindur kroystur, væntar timburmeistarin í Sørvági kortini, at teir fara at hava nóg mikið at gera, tí enn hava teir so gott sum ikki verið uttanfyri bygdamarkið í Sørvági við sínum virksemi.