Nú verður gongd sett á dagstovn til 112 børn

Nakað av pengum er sett av í ár og restin verður sett av seinni

Nú verður gongd sett á arbeiðið við at byggja ein nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Á býráðsfundi beint fyri jól samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta 12 milliónir krónur á fíggjarætlanina fyri í ár til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv.

Restin verður síðan sett av næsta ár og í 2022, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni.

Nýggi barnagarðurin verður nógv størri, enn núverandi stovnur, Gjái. Í Gjáa er pláss til 67 børn og sum er, leigar hann eisini onnur høli við Gøtugjógv og har er vøggustova til 13 børn.

Men nýggi dagstovnurin verður 1.300 fermetrar til støddar og har verður øll barnaansingin á staði og har verður pláss til 112 børn. 

– Nýggi dagstovnurin verður ein perla, sum fer at liggja í vøkru náttúruni undir plantasjuni við Gøtugjógv og ætlanin er eisini at brúka náttúruna rundan um dagstovnin, nógv í virkseminum.

Tað hevur verið frammi, at nýggi dagstovnurin skal í mesta lagi, kosta 35 milliónir við øllum, men sum skilst, er ætlanin at samráðast við arkitektin um ymsar sparingar, so enn er tað ikki endaliga greitt, hvat hann fer at kostar. Men tá ið endalig støða er tikin, skal arbeiðið bjóðast út.