Hanus Lassen er kendur sum ein drívandi maður og góður sjómaður. Hann hevur ført óteljandi ferðafólk trygt millum oyggjarnar.
Tað var tó slett ikki ætlanin av fyrstan tíð, at Hanus bara skuldi sigla innanoyggja og so okkurt hissini skeið í millumlandasigling. Hann tók siglingstíð og varð skúlaður umborð á Sjúrðaberg hjá Kjølbro fyrst í seksti árunum og har stóð toskur ovast á listanum. Og allar best var um tað fleyt yvir í báður borðum á einum tjokkfullum dekki onkunstaðni í Barentshavinum, á Halanum ella á teim nú toskatómu bankunum í Vesturgrønlandi. Miðskeiðis í sekstiárunum tók hann skipsføraraprógv á Sjómansskúlanum í Havn.
Í 1973 fekk Hanus Lassen starv sum leiðari á Strandferðsluni í Klaksvík. Tó lívið á landi við fast undir fótum leiddi hann og so var hann aftur at síggja umborð á strandfaraskipum um Leivvíksfjørð. Pendulfarturin millum Klaksvík og Leirvík varð avloystur av Smyrli og har hevur hann verið síðan.
Hanus býr og er giftur í Klaksvík. Tá hann hevur frí, heldur hann nógv til í Mikladali, har hann eigur hús og jørð. Vinir siga um hann, at hann er ein rættuligur heimamaður, tá hann er heima.
Pauli Larsen 60 ár
Skipari og stýrimaðurin á Smyrli, porkeringurin Pauli Larsen hevur eisini rundað tey seksti nú við árslok. Pauli býr á Tvøroyri. Hann er einkjumaður. Pauli Larsen byrjaði sína karrieru sum DFDS maður og sigldi úti í fleiri ár. Síðan kom hann heim aftur og fór at sigla við skipaum hjá Skipafelagnum. Seinastu mongu árini hevur hann verið við Smyrli har hann hevur verið stýrimaður og eisini skipari.
Menn siga um hann, at hann er ein framúr sjómaður, róligur og álítandi