Næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla fara saman við næmingum úr Noregi og Svøríki at luttaka í eini spennandi altjóða verkstovu, sum Norsk Kulturskoleråd hevur tikið stig til, og sum endar við framførslu í Bodø, Noregi í oktober 2024.
Fyrsta verkstovan verður í Føroyum í døgunum 9-10. mars, og hendan verkstovan leggur dent á føroyskan samleika og eyðkenni í staðbundnum føroyskum frásagnum og tónamáli.
Tað er kendi leiklistamaðurin Kjell Moberg, sum stendur á odda fyri verkstovuni. «Kulturbæring – A Sense of Time and Place» er heiti á verkætlanini. Orðið «kulturbæring» kann umsetst til mentanarberi, og skal í hesum føri skiljast sum flyting av mentan, siðvenju, virðum og kunnleika millum ættarlið og millum lond.
Luttakarar í verkætlanini eru úr Føroyum, úr Arvidasjaur og Malå í Svøríki og úr Kautokeino og Hamarøy í Noregi. Verkætlanin hevur til endamáls at geva børnum og ungum eina sterkari rødd við støði í staðbundnum søgum, sagnum og mentanararvi annars.
Ynski er at knýta børn og ung tættari at sínum egna upphavi, og at eggja staðbundnum mentanarberum at styrkja hettar sambandi. Verkætlanin leggur dent á, at byggja brýr millum ættarlið og ymsar samfelagsbólkar, soleiðis at mentanarligur ymisleiki, siðvenjur og virðir kunnu deilast og varðveitast Ætlanin er at verkætlanin kann styrkja mentanarliga samspælið í ymsu lokalsamfeløgunum, og kanna hvussu fortíðin kann møta nútíðini.
Kjel Moberg hevur sett saman verkstovur sum vera hildnar í ymsu londunum, og stóra hæddarpunktið verður felagsverkstovan í Bodø 11. – 13. oktober 2024. Til hesa felagsverkstovuna fara tey ungu at vísa fram sítt egna, og byggja víðari á tað, sum tey saman hava skapt við støði í egnum royndum.
Soleiðis er hugsanin at tey fáa eina felags fatan av mentanarbera og tilknýti. Verkstovan í Bodø er partur av størri ráðstevnu, sum verður hildin í sambandi við, at Bodø er evropiskur mentanarhøvuðstaður 2024 Luttakararnir eru øll í aldrinum 13-18 ár og tað er Agnar Lamhauge sum vegna Tórshavnar Musikkskúla leiðir føroyska bólkin, verður sagt í tíðindaskrivi.