Vestmanna Kommuna hevði átikið sær at leggja karmarnar fyri kappingina til rættis, og vóru teir av teimum bestu. Áðrenn kappingin byrjaði, sang Vestmanna Sangkór, á middegi var smurt breyð til allar luttakarar, og áðrenn úrslitið av kappingini varð kunngjørt, spældi ein tónleikabólkur ymisk løg.
Sjálv endakappingin varð sett av Eilif Samuelsen, landsstýrismanni. Hann segði millum annað, at tað var gott at síggja, hvssu væl vinnulívið hevði tikið móti verkætlanini European Business Gamel. Í dag er tað umráðandi, at vinnulív og skúlaverk samstarva, og eitt víðkað endamál í hesum samstarvi er at broyta hugburðin hjá næmingunum, so dentur verður lagdur á, at tað ber til hjá næmingunum sjálvum at vera arbeiðsskapari - ein skal ikki bara sita hendur í favn og bíða eftir, at onnur skulu skapa arbeiðspláss. Broytti hugsanarhátturin verður í øðrum londum kallaður entreprenørskapur, ígongdsetari, íverksetari. Fæst meiri av hesum hugburði inn í skúlaskapin, hevur tað við sær, at meiri av virksemi verður í nærumhvørvinum. Eilif Samuelsen nevndi, at nýggja fólkaskúlalógin leggur upp til, at tættari samstarv skal skipast millum skúlaskap og vinnulív.
Síðani fóru bólkarnir at leggja verkætlanirnar hjá sær fram. Tað var sjónligt, at allir bólkarnir høvdu arbeitt sera nógv og gjølla við uppgávuni. Talan var um vælaverk. Sum ein av dómarunum segði, so hevði staðið væl til, um støðið á veruligum verkætlanum hevði verið líka høgt. So professionelt var støðið á uppgávunum í European Business Game.
Dómararnir høvdu ringt við at finna fram til, hvør vinnari skuldi vera, tí allar verkætlanir høvdu sterkar og minni sterkar síður í sær, men úrslitið varð, at verkætlanin P/f FOLAX, sum ein bólkur frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði hevði gjørt, vann. Hugskotið í verkætlanini var, at framleiða laksaolju úr laksaslógvi. Í løtuni fáa alararnir einki fyri slógvið, men P/f FOLAX kann bjóða alarunum 32 oyru kiloið, samstundis sum P/f Folax kann framleiða eina dygdarvøru, ið á marknaðinum hevur góðan prís.
Teir 4 næmingarnir, sum høvdu gjørt verkætlanina, vóru: Kári Davidsen, Heri D. Dahl, Dann Jacobsen og Dávur Clementsen. Hesir 4 fara víðari til evropeisku endakappingina, sum verður í døgunum 4.-8. juli nærhendis Vejle.
Fyritøkurnar, sum í hesum skúlaári hava stuðlað European Business Game eru: Statoil, Føroya Sparikassi, Norðoya Sparikassi, Føroya Banki og Atlantic Airways. Uttan peningaligan stuðul og ráðgeving frá vinnulívinum hevði ikki borið til at framt tiltakið European Business Game, og sum eisini landsstýrismaðurin í skúlamálum segði, er tað neyðugt, at vinnulív og skúlaverk arbeiða saman, so tað ber til at menna nýggjar framleiðslur.