Næstan javnt býtt millum kynini á ovastu politisku postunum

Fyri fyrstu ferð er býtið millum menn og kvinnur á týdningarmestu politisku størvunum í Danmark nærum javnt.

Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Institut for Menneskerettigheder.

 

Eftir fólkatingsvalið í mars, har metnógvar kvinnur vórðu valdar, hava kvinnur fingið munandi fleiri stjórnarsessir og forkvinnusessir í Fólkatinginum.

 

– Tað er gleðiligt, at kvinnur nú eru javnt umboðaðar har, sum avgerðirnar verða tiknar, sigur Tine Birkelund Thomsen, stjóri fyri javnviðgerð á Institut for Menneskerettigheder, í einum tíðindaskrivi.

 

Til fólkatingsvalið vórðu 86 kvinnur valdar í Fólkatingið. Tað svarar til knappliga helvtina av tingfólkunum, sum hevur 179 limir, og er higartil hægsti parturin av kvinnum, sum er valdur í danska Fólkatingið.