Næstan triðihvør serlækni í Føroyum býr uttanlands

Roynt verður alla tíðina at seta læknar í starv, sum búgva í Føroyum, tí tað er ein fyrimunur

Næstan triðjahvørt serlæknastarv í Sjúkrahúsverkinum í Føroyum, eru røkt av serlæknum, sum ikki hava bústað í Føroyum. Tað er niðurstøðan, nú  Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur svarað einum spurningi í Løgtinginum.

 

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu støðan er við serlæknum í Føroyum. Hann sgur, at tann stóri trupulleikin fyri sjúklingarnar, sum hava regluligan tørv á serlæknahjálp fyri varandi sjúkum, er, at tey hava skiftandi serlæknar – og teir viðgera sjúklingarnar ymiskt.

 

Hann heldur, at tað er ein trupulleiki, at læknarnir, sum koma til Føroya í styttri tíðarskeið, ikki at kenna sjúklingarnar og teirra sjúkragongd. Hinvegin hava fólk við varandi sjúkum sera stórt gagn av, at læknin kennir sjúkrasøguna, og sjúklingin, væl.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at umleið 40 fulltíðar serlæknastørv í Sjúkrahúsverkinum í Føroyum, eru mannað við serlæknum, sum hava bústað í Føroyum. Harumframt eru umleið 15 fulltíðar serlæknastørv røkt við ymiskum ráðgevarum uttaneftir.

 

Hann leggur afturat, at Sjúkrahúsverkið arbeiðir áhaldandi við at fáa serlæknar og tað er ynskiligt, at teir eru búsitandi í Føroyum, tá ið teir verða settir í starv, tí tað er ein fyrimunur fyri bæði sjúkling og lækna.

 

­– Tá ið Sjúkrahúsverkið hevur sett útlendskar læknar, er orsøkin, at tað ikki hevur borið til at fáa serlæknar búsitandi í Føroyum. Á fleiri serlæknaøkjum eru tað ofta teir somu serlæknarnir, sum koma aftur, men á øðrum serøkjum eru serlæknarnir fleiri í tali, men tað er er ein fyrimunur at tað eru somu læknarnir sum ganga aftur.

 

Hann sigur eisini, at arbeitt verður støðugt fyri at at útskiftingin av útlendskum serlæknaum er so lítil sum gjørligt. Í fíggjarlógunum fyri í fjør og í ár, er játtanin til at seta fleiri serlæknar í starv, hækkað tilsamans 6,4 milliónir. Harumframt er játtanin til at útbúgva yngri læknar eisini hækkað tilsamans 3,9 milliónir. Tað vil siga, at tilsamans er játtanin til hesi bæði økini hækkað 10,3 milliónir í fjør og í ár.

 

Annars hevur tað eydnast at seta fleiri nýggjar serlæknar í starv í fleiri sergreinum, og tað arbeiðið heldur fram hesi næstu árini. Men samstundis hevur tað eisini alstóran týdning, at læknar støðugt verða útbúnir, sigur landsstýrismaðurin.