Nakin ball

Ein nýggjur móti hevur eftir øllum at døma tikið seg upp: Nakin-ball. Um tað er tí at næturnar eru vorðnar lýggjari ella klæðini dýrari, meldar søgan onki um. Men ein sannroynd er tað, at Portalurin nærum hvørt vikuskiftið hevur onkra søgu um fólk, tað verið seg bæði kvinnur og menn, sum fáa ein so óbótaligan tørv á at blaka klæðini. Hetta var eisini galdandi um tíggjutíðina leygarkvøldið, tá Portalurin var á fýrahjólum á Kongabrúnni. Hesir ungu menninir runnu fyrst kapp framvið røntguni og yvir til rundkoyringina. Aftaná stóðu teir uttan fyri Café natúr og sungu fórbóltssangir. Nú verða teir í øllum førum sæddir.

Sambært einum fjeppara, skuldi leiðin halda fam til hini skonkistøðini í Havn.