Nakkalangir hoyvíkingar

Hondbóltur: Eitt uppsett KÍF-lið vann fult uppiborið 30-29 á hoyvíkingum, sum í fyrra hálvleiki als ikki tóku uppgávuna í fullum álvara

Nógvu kollfirðingarnir, sum høvdu leitað sær til Havnar mikukvøldið at síggja dystin millum H71 og KÍF, høvdu neyvan væntað at fingið bæði stigini við sær norður aftur, men við einum framúrskarandi liðavriki eydnaðist tað KÍF at basa H71.

Upptaktin til dystin var annars ikki av teimum bestu, tí at strandingar, sum vóru settir at døma dystin, møttu ikki. Tískil noyddust Birgir Sondum og Jákup Sverri Kass, sum báðir annars vóru millum áskoðararnar, at taka sær av teirri uppgávuni, og tað komu teir bara væl frá.


Kollfirðingar omaná fyri steðgin

Tað gekk javnt á í byrjanini av dystinum. Hoyvíkingar høvdu munin heilt fram til miðjan fyrra hálvleik, og vóru teir eitt skifti á odda 9-6. Men so raknaðu kollfirðingar við aftur og skoraðu fýra mál á rað, so at teir nú vóru á odda 10-9!

Nú gekk aftur javnt á eina løtu, men síðstu fimm minuttirnar fyri hálvleik bragdaði aftur hjá kollfirðingum, og teir fóru til hálvleiks við einari óvæntaðari fýra máls leiðslu 16-12.

Munurin á liðunum í fyrra hálvleiki var tann, at verjan hjá kollfirðingum virkaði stak væl, og haraftrat tók Per í málinum hjá KÍF fleiri naskar royndir hjá hoyvíkingum.

Eisini koyrdi álopið hjá KÍF væl, og Allan Mørkøre prógvaði, at hann er ein fongur fyri kollfirðingar. Heldur ikki slepst undan at nevna veteranin Jákup Dam, sum leikti ein framúr góðan fyrra hálvleik á vinstra vongi. Jákup fekk fimm av sínum tilsamans seks málum fyri steðgin, og trý av teimum komu eftir tvøravlevering frá Róa Árting á høgra vongi.

Ein trupuleiki hjá H71 í fyrra hálvleiki var, at teir næstan bara fingu mál upp á skot úti frá. Vengurnir og strikan virkaðu alt ov illa og brendu fleiri góðar møguleikar.


Hoyvíkingar við aftur

Kollfirðingar fingu tvey mál aftrat beinan vegin í seinna hálvleiki og vóru sostatt seks mál á odda, men so komu teir í andróður.

Hoyvíkingar komu nú inn aftur í dystin og fingu fimm mál á rað, so at munurin á liðunum var bráddliga bara eitt mál 17-18.

Kollfirðingar skiftu nú málmann, og Óla Kristian Djurhuus kom inn og steðgaði málstimanum hjá hoyvíkingum.

Næstu tíggju minuttirnar fylgdust liðini javnt. Kollfirðingar løgdu seg á odda við tveimum málum, og hoyvíkingar minkaðu aftur. Hetta helt sær heilt fram til tíggju minuttir vóru eftir at leika, og støðan var 24-23 til KÍF.

Nú komu gestirnir í gongd aftur og løgdu seg á odda við fýra málum 27-23. Hoyvíkingar royndu at koma inn aftur í dystin, men tað var bert í seinasta minuttinum, at teir høvdu møguleika at javna. Skotroyndin hjá Finni Hanssyni fór tó væl oman fyri málið.

Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 30-29 til KÍF.


Vilji munurin á liðnum

Tað er neyvan nakar, sum mótmælir útsøgnini um, at H71 hevur betur leikaratilfar enn kollfirðingar, men hetta er tó ikki altíð nóg mikið og langt frá tí.

Liðið hjá KÍF virkaði sum ein eind, og menn bakkaðu hvønn annan væl upp. Eisini var tað rættuliga avgerandi, at Róa Árting, sum vardi á bakkinum, hevði eitt sera gott tak á Hans Guðmundssyni.

Hoyvíkingar gjørdu tað mistak, at teir høvdu vunnið dystin, áðrenn hann var leiktur. Ikki fyrr enn seinni hálvleikur var komin í gongd, fóru teir at taka uppgávuna í álvara, og tá var ov seint.

Haraftrat hevði tað styrkt liðið hjá H71, um teir fyrst og fremst høvdu hugsað um at spælt hondbólt, ístaðin fyri at grenja og brúka munn.

Hjá hoyvíkingum vóru nakrir spælarar, sum komu væl frá dystinum. Finnur Hansson helt lív í vónini hjá H71 í seinna hálvleiki, tá ið hann skeyt fýra mál fyrsta korterið. Eisini royndust Jens Skipagøta og Jákup Símun Simonsen væl í seinna hálvleiki.