Sáttmáli
Tað var eitt stórt framstig hjá fiskimonnum, sum onga eftirlønarskipan hava havt, tá ið Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag í 2002 gjørdu avtalu um eina eftirlønarskipan, sum reiðarar eisini skulu gjalda sín part av.
Í løtuni er inngjaldið 27 krónur hjá reiðara og 20 krónur hjá fiskimanni fyri hvønn mynstraðan dag. Hesar upphæddir hækka í nýggja sáttmálanum í tveimum stigum, soleiðis at tær 1. juli 2005 verða 30 krónur úr reiðarans lumma og 22 krónur úr lummanum hjá fiskimonnum.
- Hetta ljóðar kanska ikki so nógv, men er í samsvar við lønargongdina í samfelagnum hesi tvey árini.
Fiskimannafelagið fegnast tó um, at hetta eisini er ein óbeinleiðis viðurkenning av, at talan er um eina skipan, har virðið av henni skal varðveitast í mun til lønarstøðið yvirhøvur.
Einki í væntu
- Hetta er ikki minst týdningarmikið, tá ið havt verður í huga, hvussu tungt tað hevur verið at fáa eina lógarásetta skipan á økinum. Her kunnu vit ikki rokna við nøkrum, fyrr enn vit síggja tað, heldur FF og vísir á, at seinasta ivamálið í hesum sambandi er fráboðaða økingin í samhaldsfasta eftirlønargrunninum.
Fiskimannafelagið vísir á, at henda øking var tengd at einum skattalætta, sum nú sambært almennum fráboðanum er ivasamur.
Í nýggja sáttmálanum millum feløgini er avtalað, at 1. juli í ár leggja bæði reiðarar og fiskimenn eina krónu aftrat eftirlønini hjá fiskimonnum, og 1. juli 2005 leggja reiðararnir tvær krónur aftrat og fiskimenn eina.