Navnauppskot : Margitar barnagarður

Verður tað upp til varaborgarstjóran í Klaksvík, Jákup Mikkelsen, skal nýggi barnagarðurin í kommununi eita Margitar barnagarður


Varaborgarstjórin í Klaksvíkar býráð, Jákup Mikkelsen, ætlar at leggja uppskot fyri sosialu nevnd, um at nýggi barnagarðurin á Traðargøtu í Klaksvík fær navnið Margitar barnagarður, veit heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu at siga.


Margit var drívmegin

Verður navnauppskotið samtykt, verður barnagarðurin uppkallaður eftir Margit Joensen, sálu. Hon var fyrstvalda kvinna í Klaksvíkar býráð og forkvinna í sosialu nevnd, tá verkætlanin fór av bakkastokki fyri umleið 20 árum síðani. Harafturat var Margit Joensen drívmegin í arbeiðsbólkinum, sum fyriskipaði hesa verkætlan saman við Trónda Fuglø arkitektum.

Barnagarðurin á Traðargøtu letur upp 17. september. Dagurin verður søguligur, við tað at hetta er fyrsti barnagarður, sum Klaksvíkar Kommuna letur byggja

Pláss er fyri 64 børnum í nýggja barnagarðinum. Hetta merkir, at Klaksvíkar Kommuna nú er við at nøkta ansingartørvin í kommununi.

Í komandi viku verða allar starvsfólkasetaninar komnar undir land, og tey børn, sum fáa pláss, hava fingið fráboðan.