Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin úr Klaksvík, sum nú setir Eyðdis Hartmann Niclansen, landsstýriskvinnu í heilsumálum ein grein 52a fyrispurning um dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Teir fimm spurningarnir til landsstýriskvinnuna, eru soljóðandi:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi soleiðis, at dialysusjúklingar í Norðoyggjum og Eysturoy kunnu fáa viðgerð í nærumhvørvinum?
2. Um ja, nær kann væntast, at fyrsta dialysuviðgerð verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
3. Hvørji átøk skulu til fyri at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi so sum teknisk útgerð, umframt fakfólk, sum kunnu taka sær av tí?
4. Hvør er kostnaðurin av íløguni á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
5. Hvør er rakstrarkostnaðurin av at hava dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir á, at dialysuviðgerð er staðsett á Suðuroyar sjúkrahúsi og virkar væl.
– Har dialysusjúklingurin ikki longur nýtist at hugsa um ferðina og siglingina um Suðuroyarfjørð, sum mangan er óstøðug.
– Stundin er nú komin at raðfesta dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so at dialysusjúklingarnir í norðurøkinum og Eysturoy eisini kunnu koma í ta lívsneyðugu viðgerðina í teirra nærøki, heldur løgtingskvinnan og heldur fram:
– Í opnum brævi frá Nýrafelagnum tann 30.03.26 (Norðlýsið) var m.a. at lesa:
»Hóast flestu oyggjar í norðurøkinum hava fast samband til Havnar, vita vit av royndum, at ferðingin frá heiminum og til dialysuviðgerðina í Havn er ómetaliga møðsom fyri sjúk fólk. Ein bussur koyrir frá sjúklingi til sjúkling, frá bygd til bygd og tekur tey við so hvørt, fyri síðan at koyra øll samlað til Landssjúkrahúsið. Hesin túrurin kann taka upp til tveir tímar úr Klaksvík, til man kemur uppá pláss. Onkuntíð eisini drúgvari. Og so er sama lag heimaftur.
Ein dialysusjúklingur í Klaksvík brúkar vanliga 10 tímar ella meir um vikuna uppá koyring til og frá dialysuviðgerð. Sjálv viðgerðin er vanliga 12 tímar um vikuna. Í tímum er hetta meir enn eitt hálvtíðarstarv hjá nøkrum av teimum allar sjúkastu í samfelagnum, og nógv av teimum eru eisini gomul.
Um hendan koyringin varð stytt niður í fáar minuttir hvønn vegin, hevði tað bøtt sera nógv um lívsgóðskuna hjá dialysusjúklingunum. Royndir av at bjóða dialysusjúklingum viðgerð nærri heiminum vísa, at heilsan eisini batnar«.
– Í skrivi frá danska Nýrafelagnum til føroyska systurfelagið framgongur greitt, at eingin læknafaklig forðing er fyri staðseting av dialysu á Klaksvíkar sjúkrahúsi, tí »der er et medicinsk beredskab på sygehuset i Klaksvig«.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at í skrivinum orðar danska nýrafelagið seg m.a. soleiðis:
»… at hæmodialyse tæt på eget hjem ikke bare reducerer de lange
transporttider. Erfaringer viser, at nyrepatienter med adgang til flere og mere
dialyse opnår langt større livskvalitet. Hyppig dialyse er mindre trættende,
patienten bliver mindre afkræftet mellem behandlingerne og – ikke mindst –
væskerestriktionerne kavn håndteres flexibelt.«
(Í grein í Norðlýsinum undir yvirskriftini: Nei! Sentralisering av dialysu leingir ikki lív sjúklinganna!
– Nú landsstýriskvinnan hevur møguleikan at gera ein ómetaliga stóran bata fyri hendan sjúklingabólk við at virka fyri, at dialysuviðgerð kemur á Klaksvíkar sjúkrahús, seti eg hendan fyrispurning, sigur løgtingskvinnan.
Eyðdis Hartmann Niclansen, landsstýriskvinna hevur nú 10 yrkadagar at svara spurningunum.










