Hóast tað allan fyrra hálvleik sá út til, at Neistin fór at smyrja Kyndil av, so vaknaði dysturin til lívs í seinna hálvleiki, tá Kyndil kom nógv betri við og enntá fekk javnað ímóti endanum, men allíkavæl mátti lúta fyri grannunum.
Neistin koyrdi avstað frá byrjan, fyrst 5-1 og síðani 10-2, og var í hálvleikssteðginum á odda við átta málum, 18-10. Tað sá einki út hjá teimum grønu, ið mundu kenna myndina aftur frá síðsta vetri, tá Neistin var næstniðast alt kappingarárið, men millum annað megnaði at taka fleiri stig frá Kyndli.
Eftir steðgin tók Kyndil sær betri partar fyri og fór at eta burtur av leiðsluni hjá Neistanum. So væl kom Kyndil afturíaftur, at tá minni enn ein minuttur var eftir, stóð á jøvnum, 26-26.
Men Neistin kláraði at fóta sær aftur í seinasta álopinum, tá Rói Hansen av vonginum kundi skjóta sigursmálið, so Neistin vann 27-26 og fekk best hugsandi byrjanina upp á hetta kappingarárið.
Framgongd hóast tap
Team Klaksvík fekk ein ordans avsmurning í fyrsta dystinum ímóti KÍF fyri viku síðani, tá heili 21 mál vóru á muni, so tí mundi vera so sum so við vónunum undan dystinum leygardagin, sum var á heimavølli ímóti StÍF.
At hjálpa sær hevði Team Klaksvík fingið ein kollfirðing, Jens Marna Hansen, sum undirhelt við sangi og gittarspæli. Um tað gjørdi munin, skal verða ósagt, men í øllum førum var liðið hjá klaksvíkingum ikki til at kenna aftur.
Dysturin minti um fleiri av dystunum í fjør, har Team Klaksvík fylgdi væl við stóran part av fyrra hálvleiki, men síðani dragnaði. Liðini fylgdust uppeftir, til StÍF fór frá 9-8 til hálvleiksleiðsluna 14-10.
Munurin var stórt sæð tann sami ígjøgnum tað nógva av seinna hálvleiki, men einu løtuna fekk Team Klaksvík minkað munin niður í trý mál, uttan tó at koma nærri, og so gjørdi StÍF bart ímóti endanum og vann til síðst við seks málum, 30-24.