Evropeiska ævintýrið er av hjá neistakvinnum á hesum sinni.
Neistin spældi tíðliga seinnapartin seinna dystin í triðja umfarinum í European Cup móti Benfica í portugisiska høvuðsstaðnum, Lissabon.
Ígjár tapti Neistin 27-34 (14-18) fyri Benfica, og í dag vann Benfica 33-25 (18-11).
Sostatt vann Benfica ein samlaðan 67-52 sigur og fer víðari til fjórða umfarið.
Neistin-Benfica 25-33 (11-18) - Benfica vinnur samanlagt 67-52
Neistin: Sára S. Mikkelsen 7/16, Maria P. Nólsoy 5/11, Hervør Niclasen 4/7, Lea Mørk Mortensen 3/4, Sára S. Mikkelsen 2/3, Sólbjørt Høj 1/1, Silja Olivia Heðinsdóttir 1/2, Óluva Rasmussen 1/3, Bjørk F. Joensen 1/4.
Yui Shibua bjargaði 12 prosent av málroyndunum, sambært hagtølunum.