KÍF-Neistin 25-30 (13-16)
Hondbóltur
Seinastu vikurnar hevur tosið í Kollafirði partvíst gingið um, hvussu langt kollfiriðingar mundu fara at klintrað upp eftir stigatalvuni í ár.
Eftir eina sera laka byrjan, hevur gingið at kalla upp á stás í endaspælinum, og fram til sunnudagin vóru tað bert vestmenningar, sum høvdu bast kollfirðingunum í grundspælinum.
Millum sigrarnar hjá KÍF á vegnum taldist dysturin í Havn móti Neistanum, men talan gjørdist so ikki um nakra endurtøku sunnudagin.
Svart korter
Í fyrra hálvleiki vóru tað annars teir á heimaliðnum, sum vóru oman á fyri tað mesta. Tá hálvleikurin var hálvrunnin, var støðan 12-8 til heimaliðið, men eftir hetta fór at ganga fullkomuliga galið. Tað eydnaðist bert kollfirðingum at fáa sær eitt mál afturat undan steðginum, og tá Neistin so samstundis helt á at skora, eydnaðist teimum eisini at vinna seg fram um.
Svarta korterið hjá heimaliðnum viðførdi so, at Neistin fekk skapt sær ein fyrimun, sum eisini skuldi vísa seg at verða avgerandi fyri dystin.
Restina av dystinum royndu kollfirðingarnir at vinna tað mista inn aftur, men hetta eydnaðist ongan tíð, og við sigrinum má sigast, at kollfirðingar eru endaliga burturi úr stríðnum um heiðurskrónur. Hinvegin helt Neistin fast um sín møguleika, sum nærum sá út til at vera mistur, eftir at teir hava verið fyri nøkrum tapum seinastu dystirnar.
Nýskipað verjuspæl
Tað var eisini ein væl nøgdur Jákup Sverri Kass, sum vit fingu orðið á, tá sigurin var komin til høldar.
- Fyri at verja fyri stóru skjúttunum hjá teimum, royndu vit allan dystin at spæla við eini offensivari 3-2-1 verju. Tað eru vit ikki vanir, og at byrja við høvdu vit eisini trupulleikar við hesum.
- Tað, sum vendi dystinum, var at vit eftir eitt time-out fingu rættiliga fatur í verjupartinum. Samstundis byrjaði Jacob Jónsson veruliga at gera um seg, og so ráddi bara um at halda fast. Tað gekk eisini væl í verjupartinum í seinna hálvleiki, og ikki minst í álopsspælinum fingu vit nú nøkur nýggj system at koyra, so alt í alt eri eg sera væl nøgdur við dystin, sigur Jákup Sverri, sum annars eisini rósti dómarapartinum fyri eitt sera gott avrik.
Um møguleikan fyri heiðursmerkjum sigur Jákup Sverri, at teir sjálvandi trúgva upp á hendan.
- Vit royna so avgjørt at enda millum trý tey fremstu liðini, og so mugu vit bara síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur fyrrverandi løgtingsmaðurin at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Jákup Dam 7, Durica Tomic 7(1), Petur Martin Johansen 5(3), Petur Martin Poulsen 2, Iljan Topic 2, Jónálvur Johannesen 1, Kristian Madsen 1
Neistin: Kári Mortensen 9(5), Jacob Jónsson 8, Rune Møller 4, Ragnar Zachariasen 3, Helgi Justinussen 3, Jákup Sverri Kass 2, Áki Mørk 1
Brotskøst: KÍF 6, Neistin 5
Útvísingar: KÍF 6, Neistin 3
Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Justines Justinussen