Nesta gevst á landsliðnum

Italski landsliðsvenjarin, Roberto Donadoni, sigur, at tað er væl hugsandi, at Alessandro Nesta ikki verður aftur at síggja á italska landsliðnum.

Nesta gav avboð til Føroya-ferðina við teirri grundgeving, at hann skal giftast, men Donadoni ber ótta fyri, at fráveran verður varandi.

- Eg vóni sjálvandi tað besta, men tað tóktist sum ein rættiliga endalig avgerð, sigur Donadoni.

Umframt Nesta hevur Francesco Totti eisini givið avboð til landsliðið. Ein avgerð, sum nógvir italiumenn iðra seg um, tí við 26 málum í júst lidnu seriu A hevur Totti í ár sýnt satt stórspæl.

- Fólk kunnu hugsa tað, sum tey vilja. Men eg skilji hetta meira sum spælarans avgerð um at ansa sær sjálvum og kroppinum, heldur enn at teir siga nei til at spæla fyri heimsmeistararnar. Ein og hvør spælari, sum spælir fyri landsliðið, skal vera væl fyri og motiveraður. Eg havi sjálvandi eisini tosað við Totti og Nesta, og eg góðtaki grundgevingarnar, sum teir hava givið mær, sigur Donadoni.