Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var 42% av einari skattaálíkning - ella 36 milliónir krónur.

Nettoskuldin 42% av einari skattaálíkning

Á almennum býráðsfundi í vikuni varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2023 samtyktur.

Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var 42% av einari skattaálíkning - ella 36 milliónir krónur.

- Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2023 vóru væl hægri, enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Skattainntøkan hjá kommununi í 2023, eftir frádrátt av rentustuðli, var 81,0 milliónir, sum er 7,8 milliónir meira enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við einari nettoskattainntøku á 72,7 milliónir. Sostatt gjørdust samlaðu inntøkurnar í 2023 8,3 milliónir hægri enn mett.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2023 vóru á 66,7 milliónir, sum er 9,8 milliónir meira enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu  á 66,5 milliónir. Sostatt gjørdust samlaðu útreiðslurnar í 2023 umleið tað, sum varð mett í fíggjarætlanini.

 

Rakstraravlopið fyri íløgur var 13,5 milliónir móti 15,6 milliónum í 2022. Í fíggjarætlanini varð roknað við einum avlopi fyri íløgur á 5,3 milliónir. Rakstraravlopið fyri íløgur varð sostatt 8,2 milliónir betri enn mett í fíggjarætlanini.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at samlaðu nettoíløgurnar í 2023 vóru á 21,6 milliónir, men í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við einari nettoíløgu á 27,2 milliónir í 2023.

 

- Størsti parturin av íløgunum, sum ikki vórðu brúktar í 2023, verða fluttar til 2024.

 

Samanlagt vísti roknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2023 eitt hall á 8,06 milliónir samanborið við eitt avlop í 2022 á 2,0 milliónir. Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var 36 milliónir.

 

- Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina álíkning, sum er árlig skattainntøka (roknað við 23% í kommunuskattaprosenti), eftirlønarskattur og ávísar flytingar frá landinum.

 

Lagt verður aftrat, at skuldarmarkið hjá Nes kommunu hin 31. desember 2023 var 85,4 milliónir, og nettoskuldin hjá kommununi við ársenda 2023 var sostatt 42% av einari skattaálíkning.

 

 

 

Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var 42% av einari skattaálíkning - ella 36 milliónir krónur.