Nevndin í Camping.fo hevur skipað seg

Á ársaðalfundinum hjá Camping.fo, sum var hildin í Eydnuni á Oyrarbakka leygardagin 24.10.2020, var nevndarval. 

Ivan Skorheim og Henrid Johansen stóðu fyri vali. Henrid ynskti ikki at stilla upp aftur.

 Krissolvur Johannesen hevur sitið sum tiltakslimur í nógv ár, og var spurdur, um hann kundi stilla upp til nevndina. Krissolvur játtaði.

 Krissolvur Johannesen og Ivan Skorheim vóru valdir í nevndina.

 Magnus Jacob Magnussen og Jørgin Olsen eru valdir sum tiltakslimir.

 Nevndin hevur skipað seg.

  • Ivan Skorheim, Formaður
  • Krissolvur Johannesen, Næstformaður
  • Tummas Heri Thomassen, Skrivari
  • Hans Jákup Kollslíð, Kassameistari
  • Tórun Fredriksberg Dalfoss, Nevndarlimur
  • Magnus Jacob Magnussen, 1. Tiltakslimur
  • Jørgin Olsen, 2. Tiltakslimur (Nýggjur)