Óneyðugt at lækka aldursmarkið

Tað er nóg tíðliga at ung sleppa at koyra bil tá ið tey eru 18 ár

Eg haldi ikki, at vit skulu lækka aldurin fyri at koyra bil niður í 17 ár

 

Tað segði Sven Karup á ársfundinum hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd í Havn.

 

Hann er ikki hvør sum helst í ferðslutrygdarhøpi, tí í 25 ár var hann formaður í skaðanevndini fyri ferðslu í Danmark, og hann hevur eisini verið formaður í Ferðslutrygdarnevndini hjá OECD londunum.

 

Annars hevur Henrik Old, landsstýrismaður boðað frá, at hann er sinnaður at kanna um hann fær undirtøku fyri at seta eina skipan í verk í Føroyum, har 17 ára gomul sleppa at koyra bil, saman við einum tilkomnum bilførara. Endamálið við tí er at læra tey ungu at koyra bil.

 

 

Les eisini: Vil lata 17 ára gomul sleppa at koyra bil

 

 

Hetta er ein hugsan, tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hava tikið undir við, treytað av, at ávísar treytir verða settar við.

 

Sven Karup tekur ikki undir við hesum, tí hann heldur ikki, at aldursmarkið skal lækkast, tí hann heldur rætt og slætt, at tað er óneyðugt. Tað er ivaleysa tíðliga at ung sleppa at koyra bil, tá ið tey eru 18 ár, helt hann.

 

 

Hann ásannar, at tað eru summi ið halda, at so fara tey ungu at duga betur at koyra bil.

 

Fyri at skera tað út í papp, segði hann, at skulu vit av álvara taka eitt tak fyri ferðslutrygdini, skulu vit banna ungum monnum undir 25 ára at koyra bil.

 

– Tað hevði fyribyrgt nógvum ferðsluvanlukkum, leggur hann afturat.