Niarn rappar í Føroyum

Væl umtókti danski rapparin Niarn framførir í Eclipse og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um vikuskiftið

Niels Roos eitur hann, men er betri kendur sum Niarn. Vælumtókti danski rapparin, sum fekk sítt gjøgnumbrot í heimlandinum í 2004 við útgávuni ‘Årgang 79’, kemur nú til Føroya at framføra. Fríggjakvøldið rappar hann á loftinum í Eclipse, og leygarkvøldið gongur leiðin til Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Niarn byrjaði 16 ára gamal sína yrkisleið sum rappari. Síðani tá hevur rapparin úr Ålborg støðugt ment seg. Hann flutti til Keypmannahavn at royna seg í rappumhvørvinum har, og í 2002 gjørdi hann sáttmála við plátufelagið Slyngel-Staten/Run for Cover. Årgang 79, ið er róst upp um skýggja í heimlandinum, hevur selt meir enn 25.000 eintøk. Í fjør kom seinna fløgan út. Hon hevur eisini fingið rósandi orð á vegnum.
Leygarkvøldið verður DJ Eddie í Eclipse.