Frá í dag at rokna skulu børnini hjá Joakim prinsi ikki longur nevnast prinsar og prinsessur men greivar og komtessur Mynd: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Nikolai greivi er errin av at hava verið prinsur í Danmark

Tað er ein uppliving, eg fegin vildi verið fyri uttan, sigur elsti sonur Joakim prins, um at hann nú er greivi.

 

Frá í dag at rokna skulu børnini hjá Joakim prinsi ikki longur nevnast prinsar og prinsessur men greivar og komtessur Mynd: Philip Davali/Ritzau Scanpix

23 ára gamli Nikolai er errin av at hava verið prinsur í Danmark.

Tað sigur hann við fleiri miðlar, eftir at hann í dag alment hevur mist heitið sum prinsur – eins og systkin hansra ikki longur eru prinsar og prinsessur.

– Tað er ein løgin kensla og ein uppliving, sum eg helst vildi vildi havt. Men nú er tað, sum tað er.

– Eg fari restina av lívi mínum at vera errin um tey ár, eg fekk heiðurin at vera prinsur í Danmark, sigur Nikolai greivi millum annað við B. T..

Úttalilsið kemur sambært TV 2 umvegis ein miðlaráðgeva hjá mammuni, Alexandru prinsessu.

Frá í dag 1. januar skulu tey fýra børnini hjá Joakim prinsi ikki longur nevnast sum prinsar og prinsessur, men í staðin sum greivar og komtessur av Monpezat.

Umframt Nikolai fevnir avgerðin eisini um systkini Felix, 20 ár, Henrik 13 ár og Athenu, sum er 10 ár.

Stutt eftir at avgerðin varð almannakunngjørd í september segði Joakim prinsur við fleiri miðlar, at frátøkan av heitunum hjá børnunum var framskundað av kongshúsinum, og at hann hevði fingið at vita, at tað skuldi henda, tá tey fyltu 25 ár.

Í nýggjársrøðu síni í gjár nevndi Margreta drotning støðuna og viðurskiftini hjá Joakim prinsi og Mariu prinsessu til restina av kongshúsinum.

– Eg fevni alla familju mína við stórum kærleika altíð. Trupulleikar og ósemju kunnu koma í øllum familjum, eisini mínari, segði drotningin.

Hon legði afturat, at alt landið hevur verið vitni til trupulleikarnar.

– At viðurskiftini við Joakim prins og Mariu prinsessu hava rent seg í trupulleikar særir meg, segði drotningini í nýggjársrøðu síni.

/ritzau/

 


 

 

Frá í dag at rokna skulu børnini hjá Joakim prinsi ikki longur nevnast prinsar og prinsessur men greivar og komtessur Mynd: Philip Davali/Ritzau Scanpix