Rættuliga nógv fólk stukku inn á gólvið í blaðbúsinum hjá Sosialinum týsdagin, tá Internet Sosialuri alment varð tikin í nýtslu.
Tað var landsstýrismaðurin í samskiftismálum, Sámal Petur í Grund, sum trýsti á knøttin, sum legði fyrsta almenna Internet Sosialin út á netið, nú royndartíðin er av.
Á samkomuni segði landsstýrismaðurin nøkur orð og ynskti Sosialinum tillukku við tiltakinum.
Fyri Telefonverk Føroya Løgtings var Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari, ið ynksti Sosialinum tillukku, samstundis sum hann eitt sindur frá um telesamskiftispolitikkin hjá Telefonverkinum.
Petur Zachariassen á Fróðskaparsetrinum er ein av »gomlu rottunum« í unga føroyska Internetheiminum. Hann greiddi frá um gongdina og um internetpolitikk sum so.
Eini hundrað fólk nýttu høvi at ynskja Sosialinum tillukku