Nógv gamalt tilfar er í vanda fyri at fara fyri einki

Tíðindaskriv:

 

- Hvat verður gjørt fyri at tryggja at gamalt søguligt tilfar, sum til dømis ljóðupptøkur, ið ikki eru partur av savninum hjá Kringvarpinum, verður savnað og varðveitt, og hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri, at tilfarið verður gjørt atkomuligt hjá almenninginum? Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, í einum § 52a fyrispurningin til Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann. Tingmaðurin spyr eisini, hvussu langt arbeiðið er komið við at gera tilfarið í Savnsgulli atkomuligt hjá almenninginum.

 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Helgi Abrahamsen, at í Føroyum hava vit eitt stórt tal av søguligum tilfari, ið liggur spjatt og óskipað í posum, pappeskjum og á teldum ymsastaðni í landinum. Talan er um ljóðupptøkur heilt aftur til um ár 1900 við bæði tónleiki og samrøðum, og har eru eisini myndir og skrivaður tekstur.

 

- Eingin ivi er um, at hetta tilfarið eigur at verða savnað, meðan tað enn er tøkt, og almenningurin eigur at hava atgongd til tað, sigur Helgi Abrahamsen.

 

- Savnsgull er eitt dømi um, at nógv tilfar er bjargað, men enn hevur almenningurin ikki atgongd til tað. Eisini annað tilfar liggur ymsastaðni, og lítið skal til, fyri at tað fer fyri einki, sigur hann.

 

Fleiri einstaklingar hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at savna og varðveita tilfarið, men tað liggur spjatt ymsastaðni, og fá vita um tað. Onkrar ljóðupptøkur við føroyskari luttøku liggja eisini uttanlands, og sum skilst, hevur tað ikki verið lætt at fingið fatur á teimum.

 

- Fyri at fáa hetta skipað má avgerð takast um, hvar tilfarið skal liggja, hvussu almenningurin kann fáa nyttu av tí, og hvussu arbeiðið skal fíggjast, sigur Helgi Abrahamsen.

 

Tíðin gongur, og so hvørt sum tey ið vara av tilfarinum fella frá, veit eingin, at tað yvirhøvur er til, og hvar tað liggur. Eisini eru í nógvum førum fáar upplýsingar um, hvør er við á upptøkum og myndum, og tí er neyðugt at spyrja tey ið minnast hendingarnar, men hesi fækka í tali, og tey ið eru eftir eru komin væl upp í árini.

 

- Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at varpa ljós á málið, soleiðis at gongd kann koma á hetta týdningarmikla arbeiðið, áðrenn tað er ov seint, sigur Helgi Abrahamsen.

 

Sambært Tingskipanini skulu § 52a fyrispurningar svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir at teir eru latnir inn.