Nógv smitta hóast landið er fremst í koppseting

Hóast 60 prosent av fólkinum í Seyskelloyggjunum eru koppsett, rakar koronu-farsóttin oyggjarnar hart í løtuni.

 

 

Ferðavinnan hevur alt at siga fyri Seyskelloyggjarnar, og oyggjarnar hava latið upp aftur fyri ferðafólki, sum kunnu vísa eina váttan um, at tey antin hava havt koronu ella kunnu vísa prógv um, at tey eru koppsett móti koronu.

 

Seyskelloyggjar er eitt lítið oyggjaland í Indiska havinum, har heili 60 prosent av fólkinum eru koppsett. Soleiðis liggur landið fremst av øllum heimsins londum við koppseting - framman fyri Stórabretland og Ísrael sambært Our World in Data.

 

Men, hóast ein so stórur partur av fólkinum eru koppsett, hevur oyggjabólkurin kortini eitt stórt útbrot við koronu í løtuni, har 2739 fólk eru staðfest smittað. Hetta er nógv í einum landi, sum telur smá 100.000 fólk - ella knappliga tvífalt so nógv sum Føroyar.

 

Sambært heilsumyndugleikunum á Seyskelloyggjunum hava 33 prosent av teimum núverandi smittaðu fingið tvær koppsetingar. Hesi smittutøl hava fingið Heimsheilsustovnin - WHO - at kanna nærri, hvør samanhangurin er.

 

Tað veit CNN at siga.

 

##med2##

 

Ferðavinnan telur 72 prosent av landsins bruttotjóðraúrtøku og viljin at taka ferðavinnuna í landinum upp aftur hevur verið stórur. Fyri góðum mánaði síðan hildu myndugleikarnir í landinum seg hava smittuna undir eftirliti, men hetta hevur ikki víst seg at halda.

 

Tilsamans hava stívliga 9000 fólk á Seyskelloyggjunum havt koronu, og higartil eru 32 fólk deyð - við ella av - koronu.