Nógvir av stuðlunum hjá Toda eru burtur

NSÍ venjarin heldur, at sum støðan er í løtuni, ber tað ikki til at hugsa um at vinna europeiska luttøku

Síðani NSÍ legan fyrsta vikuskifti í desember var í høvuðsstaðnum eru nógvir av stuðulsspælarunum burtur

Í fjør átti EB/Streymur heimavøll í Hólmanum á Eiði. Í ár eigur EB/Streymur heimavøll við Margáir í Streymnesi, har fyrsti heimadysturin verður í dag.

Gestur við Margáir verður NSÍ.

Meðan EB/Streymur síðani í heyst hevur fingið sjey nýggjar spælarar, so er eingin lagstur aftrat hjá NSÍ. Tríggir lokalir veteranar óg Heðin Klakstein eru givnir í EB/Streymi, og Rói Zachariasen, Símun Símun Sólheim og Ronnie Møller-Iversen eru fluttir í onnur feløg.

Hjá NSÍ er tað ivasamt hvønn leilklut fleiri av teimum, sum vórðu ætlaðir at eiga lyklaleiklut, fara at eiga, tí teir eru skaddir.

-Tá ið vit skrivaðu undir sáttmála fyri hetta kappingarárið, var málið, at vit skulu røkka atgongumerki til europeiskan fótbólt. Nú eru fyritreytirnar so nógv broyttar, at tað ikki er realistiskt at rokna við, at ungu og óroyndu spælararnir, sum nú manna liðið, skulu røkka europeiskum plássi. Teir eru raskir og leggja nógv fyri, men teir hava ikki so nógvar royndir og fara at mennast við at spæla, sigur Todi Jónsson.

Eftir at NSÍ hevði skrivað undir sáttmála við Toda Jónsson var tað greitt, at Rógvi Egilstoft ikki fór at halda fram at spæla. Síðani eru verjustuðulin Oddur Á. Højgaard skaddur, og síðsta vikuskifti varð liðformaðurin Klæmint A. Olsen so mikið skaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla í dag og næstu vikurnar. Betuel Hansen og Aron Knudsen hava ikki verið við í venjingardystunum. Teir eru skaddir, men í vikuni var Aron Knudsen eina løtu á vøllinum. Ein annar veteranur, Jóhan Troest Davidsen, var í vikuni sjúkur av koronu. Óvist er tað, um hann verður við í dag.

Hjá EB/Streymi eru Ragnar B. Danielsen og Ólavur Niclassen skaddir.

Síðani NSÍ legan fyrsta vikuskifti í desember var í høvuðsstaðnum eru nógvir av stuðulsspælarunum burtur