Røðan hjá Røða hjá Birgir Nielsen, formanni í Betri P/F á Biskpustøð í sambandi við, at Betri lat Áhugafelagnum Nólsoyar Páll eina millión krónur í gávu fyrrapartin í dag:
»Ungi nólsoyingurin Poul Poulsen Nolsøe, eisini nevndur Nólsoyar-Páll, smakkaði frælsi og mongu møguleikarnar, ið virksemi hjá Ryberg í Vágsbotni, gav føroyingum, ta stutta tíðarskeiðið í 17 hundraðtalinum hetta vardi, í eini annars myrkari tíð við hunguri og einahandli í Føroyum. Hann fór síðani at sigla uttanlands og vitjað bæði Amerika og Evropa fleiri ferðir. Eftir hava hava smakkað hetta frælsi, var tað sjálvsagt ringt hjá nøkrum pørtum at halda framsóknarviljan hjá djarva úrmælinginum niðri. Tað megnaðu tey tíbetur heldur ikki.
Nólsoyar-Páll var øðrvísi enn flestu føroyingar í síni samtíð. Hann helt seg framat og var ikki undirbrotligur, hvørki fyri donsku embætismonnunum ella sínum egnu landsmonnum. Hann var góður yrkjari, sum í tættum sínum fekk sagt nógv um fólk og tað samfelag, sum hann livdi og virkaði í. Hann var ein av teimum fyrstu spírandi nálunum til eina borgarastætt, sum eftir einahandilin smátt um smátt fekk fótafesti í Føroyum.
Brøgdini hjá hesi bragdarmanni eru mong. Í 1804 bygdi hann Royndina Fríðu, ið var fyrsta føroyska skipið síðani miðøld. Hann var slóðbrótandi vinnulívsmaður, sum ikki lat embætismenn ella Einahandilin halda sær aftur. Tað eydnaðist honum m.a. at innflyta frískt koppingarevni til Føroyar, sum bjargaði mongum føroyskum lívum, eins og aðrar vørur, ið ikki vóru tøkar her á landi. Hann yrkti nógv, m.a. Fuglakvæði. Hann var giftur tvær ferðir, eins og hann var bóndi, pápi, skipari, kríggsfangi, diplomat og at enda tjóðarhetja.
Fyri at varðveita minni eftir henda mæta mann og samstundis varðveita okkara mentanarliga arva og samleik, kunnu vit ikki annað enn fegnast um, at vit í dag eisini hava okkara egnu undangongufólk. Fólk so sum Archibald Black og hinar limirnar í Áhugafeglanum Nólsoyar Páll, sum uttan íhald hava arbeitt síðani 2013 við at fáa endurreist húsini her á Biskupstøð.
Slíkar eldsálir ríka okkara samfelag og veita eina ólønta tænastu, ið vit øll í Føroyum kunnu fáa gleði av. Tí avgjørdu vit í nevndini í Betri P/F at lata eina millión krónur til at fullfíggjað verkætlanina, sum tilsamans kostar umleið 4 milliónir at fullføra.
Henda gávan fer vónandi at muna um, og gera tað møguligt hjá áhugafelagnum at koma á mál við fyrsta byggistiginum av hesi týðandi verkætlan fyri fyrst og fremst okkara næstastørsta bý, men eisini fyri alt Føroya fólk, og okkum, ið goyma eitt serligt pláss fyri søgu okkara og teimum, ið undan okkum gingu og slóðaðu.
Vit í Betri ynskja Áhugafelagnum Nólsoyar Páll góðan arbeiðshug og annars góðan byr víðari.
Vit gleða okkum til innflytingargildið í næsta ár.
Takk fyri.
Og góðan Summarfestival!
Birgir Nielsen, formanni í Betri P/F«