Fyrsta umfar í UEFA Cup var á skránni í gjárkvøldið, og norðurlendsku liðini hava staðið seg væl. FCK hálaði 2-1 sigur í land á útivølli ímóti FC Moskva, meðan norska Brann framdi eitt veruligt bragd. Brann, sum hevur heimstað í Bergen, vann 2-0 á spanska Deportivo La Coruña við málum frá Ólafi Bjarnason og Jan Gunnar Solli. Feløgini úr Premier League hava eisini lagt væl frá landi. Manchester City vann 2-0 á Omonia, meðan Portsmouth vann 2-0 á Guimaraes.