Á Norðoyri er gott at búgva

Í bilportrinum hjá Katrin og teimum stendur ein kassi, sum abbi hennara hevur smíðjað eftir uppskrift úr eini bók, sum Katrin lænti á bókasavninum. Har býr kaninparið, Pjuska og Ninus, og tey eiga 4 fittar og mjúkar kaninungar

Fyri smáum trimum árum síðani flutti tíggju ára gamla Katrin saman við foreldrunum og beiggja sínum, Jóhannes, úr stórbýnum, Odense, út á Oyrar á Borðoynni at búgva. Húsini hjá teimum standa undir vegnum, tætt við fjøruna við útsýni heim móti Klaksvíkini. Hon stórtrívist og sigur, at har eru nógv børn at spæla við og altíð okkurt at gera.
Í góðveðrinum mikudagin vóru vit við myndatólinum úti á Norðoyri og vitjaðu Katrin og vinkonur hennara, Katrin og Honnu.
Katrin er dóttir Jancy Biskopstø og Petur Klein. Tá tey í august 2000 fluttu heimaftur til Føroya eftir lokna útbúgving, keyptu tey hús á Norðoyri. Og tað hava tey ikki angrað.
Nógv betur í Føroyum
Húsini standa mitt í Guds fríu náttúru, tætt við fjøru, sjógv og haga. Útsýnið er gott, hvar enn tú hyggur. At hyggja út gjøgnum køksvindeyga, er sum at líta at einum málningi. Har síggjast smá úthús úr gróti og træi, og í baksýninum liggur Klaksvíkin goymd millum fjøllini.
Hanna og Katrin búgva í Klaksvík, men teimum dáma ógvuliga væl at fara út á Oyrar at spæla við Katrin.
- Mær dámar nógv betur í Føroyum enn í Danmark. Her eru so nógv børn at spæla við, og her er altíð okkurt at gera, sigur Katrin.
Hon sigur, at í Danmark mátti altíð onkur vaksin vera við teimum, sjálvt um tey bara fóru á spæliplássið beint uttanfyri. Tað helt Katrin vera nokkso keðiligt við hvørt.
Broytingin er sjálvsagt stór hjá einum barni, sum flytir heim úr einum býi sum Odense, ið telur um 300.000 fólk, heim á Norðoyrar, har 70-80 fólk búgva.
Her tosa øll um Gud
Katrin er ein sera skilagóð genta, og hon dugir væl at seta orða á sínar hugsanir. Sjálvt um hon bara var 7 ára gomul, tá hon flutti heim, kendist umskiftið sum ein verulig broyting hjá henni. Ein dagin, tá tey vóru ávegis í bilinum, og útvarpið var frá, segði hon við mammu sína, at í Føroyum hoyra vit allastaðni um Gud.
Katrin ynskti sær so hjartaliga kaninir og ein dagin, hon var á bókasavninum við skúlaflokkinum, lænti hon sær bøkur um kaninir. Har stóð alt, sum er vert at vita, ætlar tú tær at fáa tær hetta fitta dýrið.
- Mamma segði, at eg kundi bara fáa kaninir, um eg tók mær væl av teimum, og tað havi eg so gjørt, sigur Katrin.
Og tað er ikki nógv, ið Katrin ikki veit um hesi djórini, sum hon so væl tekur sær av. Í bilportrinum stendur ein kaninkassi, sum abbi hennara hevur gjørt eftir uppskrift úr bókini, sum hon lænti á bókasavninum.
Í kassanum býr kaninfamiljan, men pápin, Ninus, er stungin av, og eingin veit við vissu at siga, hvar hann reikar. Helst er hann vorðin fornermaður, tí hann slapp ikki at verða í kassanum, tá ungarnir vóru smáir og uttan skinn, tí annars hevði hann etið teir.
Katrin sigur, at kaninir kunnu longu fáa ungar saman, tá tær eru bara 5 mánaðar gamlar.
Katrin sigur, at kaninir mugu ikki búgva inni, tí har er alt ov heitt fyri tær, og so koma tær heldur ikki at klára seg í kuldanum, sleppa tær leysar. Og tað kemur meiri enn so fyri við hvørt. Pjuska er so forherðað, at hon jaglar hegnið, til hol kemur á - og sleppur sær til rýmingar...
Kanska leingist Pjusku aftur til Danmarkar, haðani hon kom við fiskiskipið - hvør veit?
Børnini á Norðoyri eru ongantíð "arbeiðsleys". Tey búgva mitt í náttúruni, millum fjall og fjøru og nærum øllum, sum henni hoyrir til. Millum húsini gonur seyðurin, sum er so spakur, at hann kemur rennandi til børnini, so skjótt tey nærkast.
Men tá seyðurin sær, at hann einki etandi fær frá gentunum, missir hann skjótt áhugan og vendir sær burtur aftur.
Spennandi heimur
Fjøran er kanska mest spennandi spæliplássið hjá børnunum. Har er bæði eitt og annað at finna. Einastaðni hava tey funnið eina smala djúpa holu millum stóra fjørugrótið.
Har inn fara børnini við hvørt, og tey djarvastu klintra upp eftir steinunum fyri at koma uppaftur í erva.
- Við bryggjuna hava vit ein krabbahyl, har vit goyma krabbar, fliður og gággur. Eisini hava vit hvalspýggju og igulker har, greiðir Katrin okkum frá.
At renna stein av steini úti á Oyri og fanga krabbar, hoppidýr, tarabrosmur og ulkufyl í slýggjutu hyljunum í fjøruni, kann ikki samanberast við býarumhvørvið í Odense. Angin av søltum sjógvi, fjøru og tara saman við tí frísku og vøkru náttúruni, sum er úti á Oyri, er ein heilt onnur og fyri børnini meira spennandi verð Tey verða ongantíð liðug at kanna alt, sum har er, tí hvør dagur í fjøruni er ein nýggjur dagur.
Tú kemur ikki buksuvátur, vátur um beinini ella slýggjutur um afturpartin heim úr stórbýnum, ti tú gleið í ein hyl, og úti á trappuni standa neyvan spannir við livandi gággum, kombikkum ella igulkerum, sum børnini hava hentað í fjøruhyljunum.
Tey, sum ikki liva uppat fjøruni ella bryggjuni, síggja kanska ein vanda í, at børnini kunnu verða áhaldsin og detta á sjógvin. Men vandar lúra allastaðni, ikki minst í tí stóru ferðsluni úti á vegunum. Børnini laga seg skjótt til tær umstøður, tey virka í og vita, hvat tey kunnu, og hvat tey ikki kunnu. Í fyrstuni, eftir at Katrin var komin til Føroyar at búgva, dugdi hon als ikki at ganga í fjøruni, men nú rennur hon lætt avstað og dettur ikki eina einastu ferð.
Gott samanhald
- Tað er gott samanhald millum børnini, sigur Katrin.
- Vit avtala næstan altíð, nær vit skulu spæla, og um kvøldið fara vit runt í húsini at banka uppá og biðja øll børnini koma út. Ofta fara vit yvir á vendiplássið at spæla krógva-blunda, politi-banditt ella heksin kemur, sigur hon.
Á Norðoyri búgva um 30 børn. Tey, sum ganga í skúla, mugu koyrast við skúlabussi, tí bygdin liggur 10 km. frá Klaksvíkini.
Hinar báðar genturnar, sum eru komnar út at spæla við hana henda dagin, eru nú farnar til hús.
Tá vit veitra farvæl til Katrin, hevur hon sett seg niðan í bøin, beint við vegjaðaran við einum av lítlu kaninungum sínum.