Norðurkorea fær rís

Í fjør segði Suðurkorea seg vera til reiðar at lata grannanum fyri norðan, Norðurkorea, 400.000 tons av rísi, men hjálpin bleiv steðgað, tá norðurkoreanska stjórnin sýtti fyri at gevast við sínum kjarnorkuætlanum. Nú hevur Norðurkorea slakað og hevur játtað at steðga øllum virkseminum á kjarnorkuøkinum, og embætismenn hjá altjóða kjarnorkustovninum eru komnir til landið fyri at tryggja sær, at stjórnin heldur lyftið. Tann broytta norðurkoreanska kósin ger eisini, at landið nú fær tey 400.000 tonsini av rísi frá grannanum.