Nordicbet: HB er favorittur

Veddingarfyritøkan, Nordicbet, hevur HB til at vera favoritt til at vinna FM. EB/Streymur er næst størsti favorittur og B36 kemur á triðja plássi. Tað er púra javnt millum TB, 07Vestur og AB um hvør flytur niður.

 

Setur tú pengarnar upp á HB at vinna FM, so gevur tað pengarnar aftur tríggjar ferðir. Nordicbet skrivar soleiðis:

 

- HB hevur ikki verið meistari síðani 2010 og steypavinnari síðani 2004. Tað er ikki gott nokk fyri eitt stórt felag sum HB. Tí er motivatiónin til at vinna meistaraheitið stór í ár, sigur Frederik Søvang, Senior Bookmaker hjá NordicBet.

 

Fleiri føroyskir viðmerkjarar hava eisini HB sum favoritt at vinna meistaraheitið. Eitt av argumentinum er breiði hópurin. Tað hevur Nordicbet eisini heft seg við, men nevnir eisini EB/Streym.

 

- HB hevur breiðasta hópin og hevur lættari við at seta fólk til, tá skaðar og leikbann gera um seg. HB fær harða kapping frá EB/Streymi, sum eisini kemur at mynda toppin í ár, sigur Frederik Søvang víðari.

 

Um tú metir, at EB/Streymur vinnur FM, so eru oddsini 3.55. Nordicbest hevur B36 triðjstørsta favorittin til FM heitið. teir geva pengarnar aftur 4.25.

 

Í botninum væntar Nordicbet, at TB, 07Vestur og AB eru greitt vánaligastu liðini í deildini. Meðan NSÍ gevur pengarnar 11 ferðir aftur, so geva TB, 07Vestur og AB pengarnar 100 ferðir aftur, um tú tippar teir at vinna FM.

Oddsini hjá Nordicbet upp á FM vinnaran:

HB Tórshavn 3.00

EB/Streymur 3.55

B36 Tórshavn 4.25

Víkingur 4.75

KÍ Klaksvík 7.50

IF Fuglafjordur 9.00

NSÍ Runavík 11.00

07 Vestur 100.00

AB Argir 100.00

TB Tvøroyri 100.00