Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa fyri 1. hálvár 2015 var 6,2 mió. kr í avlopi. Sama tíðarskeið í fjør var avlopið 1. hálvár 7,2 mió. kr.
- Tá sæð verður burtur frá niðurskrivingum upp á útlán og virðisjavnan, var úrslitið áðrenn skatt 8,1 mió. kr. fyri 1. hálvár 2015. Tað er nakað lakari enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 8,7 mió. kr, sigur Norðoya Sparikassi í fráboðan fyrrapartin.
Samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina 1. hálvár 2015. Útlit eru fyri, at úrslitið fyri alt árið verður á sama støði sum í fjør.
Hálvársfrásøgnin 2015 er tøk á heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa.