Norðurlendskir sam­starvs­ráð­harr­ar á summ­ar­fundi í Føroyum

Mánadagin 15. juni og týsdagin 16. juni hava norðurlendsku samstarvsráðaharrarnir fund í Føroyum.

Bárður á Steig Nielsen, ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi, er vertur fyri fundin.

 

Danmark og Føroyar hava í ár formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og siðvenja er, at norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hittast til ein summarfund undir formansskapinum.

 

Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum, og høvuðsevni fyri fundin verður samfelagstrygd og tilbúgving.  

 

”Í hesum tíðum gerst norðurlendskt samstarv um samfelagstrygd og tilbúgving alsamt meira viðkomandi. Onki land er sjálvbjargið, serliga ikki tá tað snýr seg um neyðsynjarvørur, útgerð og veitingar, sum krevjast í kreppustøðum. Tí er eyðsæð, at vit eiga at styrkja samstarvið um tilbúgving og veitingartrygd við okkara norðurlendsku grannar,” sigur Bárður á Steig Nielsen, samstarvsráðharri.    

 

Sum partur av skránni skulu ráðharrarnir sigla við Brimli, har kunning og sýning av føroysku tilbúgvingini eru á skrá.