Putin ásannar at ukrainsk álop trýsta búskapin

Hesa vikuna hevur Russland sett avmarkingar í verk fleiristaðni í landinum fyri keypi av brennievni

 

Sambært russisku tíðindastovuni Tass viðgongur Vladimir Putin, at ukrainsk álop nú trýsta russiska búskapin.

 

Forsetin sigur, at búskapurin skjótt rættar seg aftur, og at ukrainsku álopini ikki eru nøkur varandi hóttan.

Ukraina hevur seinastu tíðina framt málrættað álop á Russland, har oljuútbúnaður og undirstøðukervið langt inni í Russland eru oyðiløgd.

 

Útlenskir miðlar vita í dag at siga, at Russland hesa vikuna hevur sett avmarkingar í verk fleiristaðni í landinum fyri keypi av brennievni.