Noreg sum føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir EM-dyst ímóti í Berlin um júst eina viku, 13. januar spældi tíðliga seinnapartin dyst móti Niðurlondum í Golden League.
Tað eydnaðist Noreg at vinna málríka dystin í Royal Arena í Keypmannahavn 38-35. Í steðginum var Noreg á odda 20-18. Støðan var javnleikur 35-35, men seinastu minuttirnar eydnaðist tað Noreg at tryggja sær sigurin.
Magnus Gullerud segði við norska TV2, at hann er fegin um, at Noreg skorar 38 mál, men heldur fyri, at teir lata ov nógv mál inn í dag.
Í morgin klokkan 12.30 spælir Noreg seinasta venjingardystin undan EM-endaspælinum. Dysturin verður ímóti Egyptalandi.