Bedingin Kimek í Varanger í Noregi hevur nú fingið undantaksloyvi til at gera umvælingarnar á einum russiskum trolara lidnar.
Tað merkir, vita norskir miðlar at siga, at neyðugt verður ikki hjá Kimek at siga arbeiðsfólki, sum starvast á bedingini, úr starvi nú.
Norska uttanríkisráðið hevur í dag sent Kimek-bedingini eitt bræv um málið, og her fær skipasmiðjan undantaksloyvi at gera trolaran lidnan.
- Við atliti til tagnarskylduna eru ikki fleiri upplýsingar um málið, sigur talsfólkið hjá norska uttanríkisráðnum, Henrik Hoel, við tíðindastovuna NTB.
Talan er um eitt undantak frá revsitiltøkunum, sum Noreg annars hevur sett í verk ímóti Russlandi, fyri krígsførsluna í Ukraina.
Sagt verður, at avgerðin um undantakið í Varanger er tikin av embætisverkinum í norska uttanríkisráðnum.
Stjórin í Kimek, Greger Mannsverk, sigur við norskar miðlar, at bíðitíðin at fáa góðkenningina til at gera russiska trolaran lidnan hevur verið alt ov long.
- Trolarin skuldi havt verið liðugur fyri hálvum triðja mánaði síðan, men skipið hevur verið hildið sum gísli á bedingini, sigur hann.