Í gjár kom norski sendiharrin í Keypmannahavn á vitjan í Føroyum. Við á ferðini er konan Raili og sendistovuskrivarin Lars Petter Heine.
Í Føroyum skal Dagfinn Stenseth hitta Anfinn Kalsberg, løgmann, ríksumboð Vibeke Larsen, borgarstjóran í Havn, Leiv Hansen, landsstýrismann Høgna Hoydal, Kjartan Hoydal fyri norðurlendskt samstarv, oljumálaráðharran Eyðun Eltør, ferðavinnustjóra Hera Niclasen , Fiskimannafelagsformann Óla Jacobsen, bankastjóra Jørn Astrup Hansen. Eisini verður vitjað í Norðurlandahúsinum, Listaskálanum og útferð er á skránni.
Dagfinn Stenseth er føddur í 1936. Hann byrjaði í Uttanríkistænastuni 10. oktober 1960. Síðani hevur hann starvast í Moskva, Uttanríkisráðnum, Bonn, Ulan Bator, Tiblisi, Alma-Ata, Bisjkek, Tasjkent, Askhabad, Jerevan, Helsinki og nú Keypmannahavn. Hann hevur verið sendiharri, skrivstovustjóri, politiskur samskipari og ráðgevi.
Ráðharrin vitjar í Føroyum hesa vikuna.