Norska felagið Notodden er áhugað í gera sáttmála við føroyska landsliðsspælaran Jónas Tór Næss.
Notodden er felagið, har Símun Samuelsen áður hevur roynt seg, og nú eru norðmenninir sinnaðir at fáa ein annan føroyskan spælara til felagið.
Tað er Jónas Tór Næss, sum í fjør spældi fyri NSÍ. Jónas hevur áður roynt seg í donskum feløgum.
- Vit hava verið í sambandi við umboðsmannin hjá Jónas, men enn eru vit ikki komin til nakra niðurstøðu, sigur Kjetil Kvaale, dagligur leiðari í Notodden, við Telemarksavisa.