Um middagsleitið í dag varð boðað frá eldi í Number 1 Pizza í Vágsbotni. Stórt átak varð sett í verk við sløkkiliði, løgreglu og sjúkrabili.
Neyðugt var hjá sløkkiliðnum at bróta hurðina inn fyri at sleppa inn at sløkkja eldin. Roykur stóð úr rúminum og út í Vágsbotn, tá hurðin var opin.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur nú, at eldurin er sløktur, og nú er eftir at tryggja, at hann ikki kyknar aftur.
Spurdur, um eldur var í - ella, um alt bara var roykur, veit vaktleiðarin at siga, at her var eldur í.
- Men, í løtuni dugi eg ikki at siga, hvar ella hví eldurin í Number 1 Pizza kyknaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
##med2##
##med3##