NSÍ á meistarakós

B36 megnaði ikki at fylgja við NSÍ í endaspurtinum í Formuladeildini, og er nú fimm stig aftanfyri NSÍ nú bara tvey umfør eru eftir at leika.

NSÍ gjørdi av álvara sína skyldu í Gøtu, har teir hølvaðu GÍ av. Onga løtu var ivi um betra liðið, og NSÍ vann dystin trygt 4-0.

Á Sandi var B36 leikliga omaná, men frammanfyri málinum var B71 skarpari. Einliga málið í dystinum átti fyrrverandi B36-arin, Gudmund Nielsen, miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Í yvirtíðini varð brasilski Alex José Dos Santos rikin av vølli hjá B36, eftir at hann setti eina harða takkling á Eirik Poulsen hjá B71.

Á Argjum vann HB sera tættan dyst ímóti AB. Eftir hetta tapið er AB nú endaliga flutt niður í næstbestu deildina. HB legði seg á odda tíðliga í dystinum, men AB megnaði at koma aftur. Men eitt korter fyri leiklok var Andrew á Fløtum fyri aðru ferð á blettinum, og skoraði til endaliga úrslitið.

Í Streymnesi var klassamunur millum EB/Streym og VB/Sumba. Longu í fyrsta álopi skoraði heimaliðið, og hetta setti veruliga gongd á málskjótingina. EB/Streymur vann dystin heili 6-1.

KÍ vann tepran sigur á Skála, har teir við einum máli 13 minuttir fyri leiklok tryggjaðu sær øll trý stigini. Málið skeyt miðvallarin, Kristian á Lakjuni.

Hagtøl frá dagsins umfari í Formuladeildini:

 

B71 ? B36 1-0 (1-0)

1-0: Gudmund Nielsen

 

AB ? HB 1-2 (1-1)

0-1: Andrew av Fløtum

1-1: Johan Ellingsgaard

1-2: Andrew av Fløtum

 

EB/Streymur ? VB/Sumba 6-1 (3-0)

1-0: Arnbjørn Hansen

2-0: Hans Pauli Samuelsen

3-0: Hans Pauli Samuelsen

4-0: Arnbjørn Hansen

4-1: Dimitrij Jankovic

5-1: Sorin Anghel

6-1: Bárður Olsen

 

GÍ ? NSÍ 0-4 (0-3)

0-1: Christian Høgni Jacobsen

0-2: Christian Høgni Jacobsen

0-3: Bogi Løkin

0-4: Óli Hansen (br.)

 

Skála ? KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Kristian á Lakjuni

 

Støðan eftir 25 umfør:

NSÍ 57 stig

B36 52 stig

EB/Streymur 48 stig

HB 45 stig

GÍ 32 stig

KÍ 31 stig

Skála 31 stig

B71 29 stig

AB 17 stig

VB/Sumba 11 stig

 

26. umfar

sunnudagin 21. oktober

NSÍ-VB/Sumba

HB-KÍ

EB/Streymur-B36

AB-B71

GÍ-Skála