Leygardagin varð árliga innandurakappingin Atlantic Cup spæld í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hetta var annað árið á rað, at skipað varð fyri kappingini, og øll tey tíggju 1. deildarliðini luttóku. Tey vórðu býtt upp í tveir bólkar við fimm liðum í hvørjum, og tvey tey ovastu liðini í bólkinum komu víðari til hálvfinalurnar.
B68 vann bólk 1 framman fyri NSÍ, meðan B36 vann bólk B og TB gjørdist nummar tvey. Í hálvfinalunum vann NSÍ 7-6 á B36, sum annars var á odda 4-0 einu løtuna. Hina hálvfinaluna vann B68 7-3 á TB. Í finaluna komu sostatt grannafeløgini NSÍ og B68, og her vísti NSÍ seg stinnari og vann 4-2.
Atlantic Airways læt vinnarunum seks Gjugg í Borg-ferðir til íslendska høvuðsstaðin Reykjavík.
Nýggj og gomul andlit
Kappingin á Kambsdali er eitt gott høvi hjá bæði feløgum og áskoðarum at síggja nýggjar spælarar. Bæði í fjør og í ár vóru nýggj andlit at síggja, eins og summi gomul andlit eru farin í nýggjan búna.
Ingi Hansen, sum hevur spælt við EB/Streymi, spælir í ár við B68. Í Atlantic Cup gekk væl hjá honum. Hann fekk sjey mál og gjørdist besti málskjútti í kappingini.
B36 hevði fyrrverandi VB-aran Poul Thorsteinsson á liðnum, meðan Óli Johannesen, sum í 1996 og 1997 spældi við B36, nú er farin aftur til barndómsfelagið TB.
Hjá GÍ slapp danski álopsspælarin Allan Birk at royna seg. Hann er nú farin aftur til Danmarkar, meðan GÍ skal avgera, um hann skal spæla við teimum í ár. Annars er Kristian Høgni Jacobsen úr NSÍ nú komin til GÍ, og tað frættist eisini, at Bárður á Lakjuni skal spæla við gøtumonnum í ár. Og á liðnum hjá HB sást Súni Fríði Johannesen í reyða og svarta búnanum fyri fyrstu ferð. Hann hevur frammanundan spælt við bæði NSÍ og B68.
Annars hevði NSÍ Jens Martin Knudsen í málinum, men tað var ikki tí, at hann ætlar sær at spæla við NSÍ í ár. Av tí at Jens Martin skal spæla í Íslandi í ár, hevði GÍ betri hug at brúka onkran av sínum egnu málmonnum. Nýggi jugoslaviski málverjin hjá NSÍ er hinvegin ikki komin til landið enn, so tí varð heitt á føroyska landsliðsmálmannin um at verja málið hjá sínum gamla felag.