Nú er Sigfríður undir strikuni

Við 2-0 sigri við Margáir lyfti 07 Vestur seg upp á áttanda plássið

Í dag skoraði Ole Arntsen fyri fyrstu ferð fyri 07 Vestur, sum vann 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi

Tað var av álvara lyklauppgerð í kappingini um at sleppa undan at vera undir niðurflytingarstrikuni, tá ið EB/Streymur við Margáir hevði vitjan av 07 Vestur.

 

Vágamenn vunnu 2-0, og nú eru tað teir, sum eru omanfyri strikuna, meðan tapið ber við sær, at EB/Streymur nú er undir strikuni.

 

Talan var um javna uppgerð, og tað reið leingi um snarið. Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst, og avgerðandi vísti tað seg at vera, tá ið 07 Vestur eftir lítlari løtu, tá ið stórt korter var farið av seinna hálvleiki, skoraði tvey mál.

 

 Í fyrra førinum vann 07 Vestur fríspark mitt fyri og 22 metrar úr málinum. Tað sendi Ole Arntsen omanfyri manngarðin og dygst inn við stólparótini. Norðmaðurin hevur verið við í øllum dystunum higartil á tamb, og hetta var fyrsta málið hjá honum í føroyskum fótbólti.

 

Tríggjar minuttir seinni økti Jasper Van Der Heyden um munin til 2-0. Hann hevur verið skaðadarvaður, men í dag var liðformaðurin millum teir fyrstu ellivu, og málið hjá honum var tað mæsta í ár. Tað fyrra skoraði hann, tá ið 07 Vestur á heimavølli tapti 5-1 ímóti KÍ.

 

Í dag átti málverjin hjá EB/Streymi stóran lut í 2-0 málinum. Av egnum brotsteigarmarki og eitt sindur til høgru royndi hann at spæla flatt fram í vinstru. Jasper Van Der Heyden fekk fatur á bóltinum og takkaði fyri, tá ið hann úr 40 metrum sendi bóltin dygst inn við stólpanum.

 

Leygardagin fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti B68.

 

07 Vestur fer sunnudagin at spæla á útivølli ímóti Víkingi.

 

Í dag skoraði Ole Arntsen fyri fyrstu ferð fyri 07 Vestur, sum vann 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi