Hetta var ein av heilt góðu túrunum suður í høvuðsstaðin.
Tá ið teir í dag fóru ígjøgnum tunnilin við kós ímóti Gundadali, var tað møguleiki fyri, at teir í kvøld, tá ið teir fóru úr aftur høvuðsstaðnum, kundu vera sjey stig frá toppinum.
Nú rigga teir í bláu leguni til at fara úr Havnini, og tað sær heilt øðrvísi, enn tað kundi verið.
KÍ vann í kvøld 2-0 ímóti HB, og tá ið tað ikki eydnaðist NSÍ at vinna meiri enn eitt stig á Skála, so er KÍ saman við B36 tvey stig frá NSÍ og toppinum.
Og tað var týðuligt, at lagið í bláu leguni – bæði á og kring vøllin – minti um góðu dagarnar í fjør, tá ið klaksvíkingar vunnu bæði FM og kappingina um løgmanssteypið.
Umframt sigurin og tey trý stigini, sum vórðu vunnin ímóti javnaldranum og arvafíggindanum í HB, so fegnast Magnus Powell og hansara menn um, at í dag var leikliga avrikið nógv tað besta higartil í ár.
Frá fyrsta bríksli og allan dystin á tamb, var KÍ leikliga greitt omaná, og KÍ hevði eftir gott og hugflogsríkt uppspæl góðar møguleikar at skora bæði tvey og trý mál aftrat.
Serliga í høgru vóru Árni Frederiksberg og Jóannes K. Danielsen væl upplagdir. Mistøkini í uppspælinum á sentrala miðvøllinum, sum aftur og aftur fyrr í ár hava borið vandamiklar støður við sær, sást einki til, og verjan var væl tryggari, enn hon hevur verið. At lyklaspælarin Gaston Nicolas Tellechea eftir smáar 10 minuttir noyddist skaddur av vøllinum vísti seg ikki at bila, tí Deni Pavlovic var tryggur avloysari.
Filip Brattbakk setti hol á eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Jóannesi K. Danielsen. Tá vóru 19 minuttir farnir, og í síðstu løtu undan steðginum varð brekkan uppaftur brattari hjá HB. Eftir upplegg frá Filip Brattbakk rann Oussama Ali seg leysan í høgru, og so setti hann av brotsteigarmarkinum bóltin framvið Bjarta V. Mørk, sum kendi seg noyddan at leypa fram úr HB málinum.
HB skifti tríggjar spælarar beinanvegin eftir steðgin, men tað var framvegis KÍ, sum var best. Klaksvíkingar vunnu nærdystirnar, teir vóru tryggir í verjuspælinum, og teir vóru væl hugflogsríkari í álopsspælinum, har teir við fínum spæli spældu seg til fleiri heilt fínar møguleikar, sum tað ikki eydnaðist teimum at umseta til størri leiðslu.
HB var støðugt við undirlutan. Sjálvsálitið kendist ikki vera stórt, fleiri mistøk vóru gjørd í uppspælinum, og tað bilaði av álvara við hugflognum. HB venjarin skifti fimm spælarar út, hann royndi við trimum í miðverjuni og eisini við tveimum á toppinum, men tað gekk sera illa at vinna góðar støður.
Mikukvøldið fer HB at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini ímóti B36, og í tveimum teimum síðstu umførunum í fyrsta triðingi eru mótstøðuliðini AB í Gundadali og NSÍ í Runavík.
KÍ fer mikukvøldið á Svangaskarð at spæla fjórðingsfinalu ímóti B68, og sunnudagin verður Skála gestur í Klaksvík.











