Tað endaði við 3-1 sigri til NSÍ, tá ið tað í kvøld var grannauppgerð á Svangaskarði. Hálvleiksstøðan var 2-1, og eina løtu í seinna hálvleiki spældi B68 av álvara fyri at vinna seg upp á javnleik. Tað eydnaðist ikki, og so var tað Klæmint A. Olsen, sum fram ímóti dystarenda staðfesti NSÍ sigurin.
Jasper Van Der Heyden legði gestirnar á odda við fínum skoti, sum B68 málverjin iðrar seg um, at hann ikki vardi fyri, og væl upplagdi vongverjin í vinstru Fabian Nes økti, áðrenn hálvleikurin var hálvrunnin við fínum skoti úr spískum.
-Talan var um tveir heilt ymiskar hálvleikir. Í fyrra hálvleiki gekk tað ikki, sum vit høvdu ætlað, tí vit lógu ov langt frá teimum. At vit stutt undan steðginum minkaðu um munin til 2-1 vísti seg at hava góða ávirkan, og avrikið eftir steðgin hjá okkara monnum var heilt øðrvísi. Tá spældu vit okkum til góðar møguleikar. Um vit skulu vinna stig ímóti so góðum liði sum NSÍ, so er neyðugt at fáa úrtøku úr sovornum møguleikum, men tað eydnaðist ikki, og so spentu vit álopsbogan. Um vit taptu 2-1 ella 3-1 var ikki so avgerandi, sigur nýggir B68 venjarin Fróði Benjaminsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum.
Djóni D. Samuelsen royndi seg við skoti, og bólturin brast í stólpan og so í bakið á NSÍ málverjanum og so í málið. Hetta var stutt undan hvíldini. Finski dómarin Jooni Manninen skrásetti Djóna D. Samuelsen at vera málskjútta.
NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen er væl nøgdur við sigurin:
-So leingi sum tað er møguleiki at fáa KÍ aftur, so rokna vit við møguleikanum, hóast eg í løtuni havi ilt við at ímynda mær, at KÍ fleiri ferðir fer at snáva, áðrenn vit hitta klaksvíkingar í síðsta umfari.
Og nú hevur tú skorað 24 mál?
-Tølini siga, at tað í framrættaða partinum hevur gingið væl hjá okkum í ár. Vit fáa nógv innlegg, og tá verður ofta møguleiki fyri at skora mál, og tað hevur gingið væl, sigur Klæmint A. Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið.
Í kvøld hevði B68 fimm í verjuni og eftir steðgin riggaði tað væl.
-Fyrsta stóra hálva tíman spældu vit okkum til nógvar málmøguleikar, og tá áttu vit at havt skorað fleiri enn tvey mál. So skoraðu teir, og so var tað leingi spenningur í, staðfestir Klæmint A. Olsen.
-Ímóti NSÍ helt eg, at tað var best at hava tríggjar miðverjar og tveir vongverjar. Í seinna hálvleiki riggaði tað væl. Hvussu tað verður næstu ferð, fáa vit at síggja, sigur Fróði Benjaminsen.
Næsti dystur hjá B68 verður sunnudagin um eina viku, tá ið KÍ verður gestur á Svangaskarði. Undan tí dystinum fer KÍ at spæla tvær ferðir ímóti EB/Streymi – sunnudagin í Klaksvík og mikukvøldið á Eiði.
B68 – NSÍ 1-3 (1-2)
0-1: Jasper Van Der Heyden 10.
0-2: Fabian Nes 22.
1-2: Djóni A. Samuelsen 43.
1-3: Klæmint A. Olsen 88.
KÍ | 21 | 18 | 3 | 0 | 68 | 10 | 57 |
NSÍ | 23 | 17 | 3 | 3 | 83 | 28 | 54 |
HB | 22 | 15 | 4 | 3 | 54 | 33 | 49 |
Víkingur | 22 | 9 | 7 | 6 | 32 | 25 | 34 |
B36 | 22 | 9 | 5 | 8 | 33 | 35 | 32 |
EB/Streymur | 21 | 6 | 6 | 9 | 22 | 37 | 24 |
B68 | 23 | 6 | 5 | 12 | 29 | 51 | 23 |
07 Vestur | 22 | 4 | 1 | 17 | 27 | 41 | 13 |
FC Suðuroy | 22 | 4 | 1 | 17 | 20 | 59 | 13 |
TB | 22 | 2 | 5 | 15 | 22 | 71 | 11 |
Leygardagin 20. september
HB – FC Suðuroy: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.00
Sunnudagin 21. september
KÍ – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Víkingur – 07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 14.15
Útsettur dystur
Mikudagin 24. september
EB/Streymur – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.30