Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld, og í øllum trimum førunum gjørdist talan um dystir, har bert eitt mál var á muni.
Allan Norðberg (myndin) og liðfelagarnir í Vali vunnu á útivølli ein tepran 28-27 sigur á Þór Akureyri. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.
Allan skoraði trý mál. Valur hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin á liðnum vann á heimavølli í Garðabær tepran 26-25 sigur á HK. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Jóhannes skoraði eisini trý mál í kvøld. Talan er um fyrstu stigini hjá Stjörnuni hetta kappingarárið.
Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram taptu á útivølli tepurt 31-32 fyri Selfossi. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-14.
Persónliga gekk væl hjá Dánjali, ið skoraði sjey mál og var næstbesti málskjúttin hjá Fram. Ívar Logi Styrmisson var við 10 málum toppskjútti hjá Fram.
Fram hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding hava fult stigatal í bestu íslendsku hondbóltsdeildini aftaná trý umfør.
Hóskvøldið vann Afturelding í Varmá-høllini í Mosfellsbær ein trivaligan 36-27 (18-11) sigur á KA Akureyri.
Sveinur Olafsson skoraði trý mál fyri Afturelding.
So talan gjørdist um 16 føroysk mál í hesum umfarinum.