Sev fer nú undir eina heilt slóðbrótandi útbygging í Vestmanna, sum fer at kosta yvir eina milliard. Tað merkir, at nú fer Sev at gera eina pumpu- og framleiðsluskipan ímillum byrgingina í Heygadali og byrgingina uppi á Mýrunum í Vestmanna.
Tað merkir, at vatnið, sum rennur úr byrgingini á Mýrunum, rennur oman ígjøgnum eitt vatnorkuverk og ger streym, og síðani rennur tað so í byrgingina í Heygadali. Men tað snilda er, at tá ið tað er yvirskot av streymi frá vindmyllum, verður tann streymurin so brúktur til at pumpa vatnið niðan aftur í byrgingina, so at tað kann brúkast fleiri ferðir.
Væntandi fer hetta at útvega eini 55 GWh av streymi um árið og tað er umleið helvtin av vatnorkuni hesi seinastu árini.
Umhvørvisstovan sigur, at ein tunnil verður sprongdur frá eystara parti av byrgingini í Heygadali og niðan á Mýrarnar. Pumpu- og framleiðsluverk verður gjørt 400 metur inni í einum tilgjørdum helli við síðuna av tunlinum. Í dag hevur Sev fingið heimild frá kommunum at taka lán til endamálið og á FM1 í dag greiddi Kári Johansen, stýrisformaður, frá, at talan er um eina ætlan fyri yvir eina milliard.
Tá ið samgongan varð skipað, var ein politisk avgerð, at Sev skuldi skiljast sundur í tvey, har elnetið varð lagt í eitt felag fyri seg. Tann ætlanin hevur fingið stóra mótstøðu - og nú er greitt, at tað verður av ongum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kára Johansen, stýrisformann í Sev, greiða frá málinum.