Øll partrolarapørini eru til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.
- Skipini fiska øll upsa og fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at upsafiskiskapurin hjá partrolarunum framvegis er smáligur.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.
- Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva í Grønlandi.
Sagt verður, at allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju í løtuni, men helst fer onkur út aftur, tá veðurútlini gerast betur.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.
- Á svartkalvaveiði við gørnum er fiskiskapurin brúkiligur, men hann er smáligur á havtaskuveiði við gørnum.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.