Nú missir Landssjúkrahúsið »bara« tríggjar milliónir

Fíggjarnevndin hevði skorið játtanina niður við 16 milliónum krónum í mun til tað, sum landsstýrismaðurin hevði ætlað.

Men eisini hetta uppskotið um játtan er broytt, nú farið verður undir 3. viðgerð av málinum í Løgtinginum um eina løtu. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at brúk er fyri øllum teimum 16 milliónunum, men hann fær so, sambært uppskotinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, bara 13 av teimum 16 milliónunum aftur á fíggjarlógina. Tað merkir, at fíggjarætlanin hjá Landssjúkrahúsinum skal skerjast við trimum milliónum krónum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrsmaður í heilsumálum, sigur, at hann er ikk nøgdur, men hann sigur, at hann má virða meirilutan í Løgtingingum - og so heldur hann kortini, at tað munandi frægari at missa tríggjar milliónir enn at missa 16 milliónir, sum tingfólk úr samgonguni upprunaliga ætlaðu.