Nú skal Nýggivegur gerast sum nýggjur

- Vit gleða okkum til, at børn og vaksin trygt kunnu brúka Nýggjaveg sum farleið oman í bygdina, sigur borgarstjórin.

 

Seinastu vikuna hevur verið arbeitt við at asfaltera part av Nýggjavegi í Miðvági - frá Ápramsvegi og norður til brúnna, og hetta arbeiðið er nú liðugt.

 

Í Vága kommunu siga tey, at vegurin er í ringum standi frá brúnni og norður á Heiðar, tey rópa.

 

- Arbeiðið at breiðka og asfaltera norðara part av Nýggjavegi verður boðið út í vikuni, og útboðið verður millum allar teir lokalu entreprenørarnar í kommununi.

 

Eftir ætlan fer arbeiðið í gongd so skjótt, sum tilboðini eru komin inn, og sáttmáli er undirskrivaður.

 

Í Vága kommunu siga tey, at Nýggivegur hevur verið eitt mál, sum hevur ligið í nógv ár. 

 

##med2##

 

Ein av málsetningunum, sum býráðið, ið nú situr, setti sær fyri, var at fáa málið við Nýggjavegi avgreitt.

 

- Tað er eingin loyna, at Nýggivegur hevur fylt nógv hjá teimum, sum hava havt sína dagligu gongd her.

 

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur, at nú sær út til, at hetta arbeiðið kann fáast frá hondini.

 

- Vit gleða okkum til, at hetta mál verður avgreitt, soleiðis at børn og vaksin trygt kunnu brúka Nýggjaveg sum farleið oman í bygdina, sigur borgarstjórin.